Mánadagin verða nýggj loyvi at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini latin oljufeløgum. Landsstýrismaðurin í oljumálum er bjartskygdur um framtíðar leitingina.
Mánamorgunin handar landsstýrismaðurin í vinnumálum oljufeløgunum loyvini í triðja útbjóðingarumfari til leiting eftir kolvetnum í føroyskum sjógvi. Handanin fer fram kl. 9,00 í Sjó- og Vektarbúðini í Tinganesi sigur Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.
Við loyvunum í triðja útbjóðingarumfari verður samlaða loyvisøkið á føroyska landgrunninum víðkað við góðum 50 % upp í knappar 18.000 km².
Johan Dahl segði við Rás2 í dag, at seinasta loyvisrundan er enn eitt dømi um, at oljufeløg eru áhugað í at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. ?Tað eru nógv áhugaverd øki rundan um okkum. Beint hinumegið markið eru brunnar boraðir, sum eru sera áhugaverdir, og tí ivist eg heldur ikki í, at framtíðin er so døpur, sum mong halda í hesum krepputíðum segði Johan Dahl, sum sjálvur roknar við, at olja fer at verða funnin í føroysku undirgrundini fyrr ella seinni. Hann bjóðar oljufeløgunum at vera vælkomin at gera íløgur í Føroyum.
Fimm oljufeløg hava søkt um leitiloyvi í 3. útbjóðingini. Tey eru StatoilHydro, Dong, Geysir, Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum.