Johan Dahl breyt ikki lógina

Johan Dahl breyt ikki lógina, tá ið hann legði Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Tað hevur landsstýrismálanevndin staðfest.

Tá ið stovnarnir vórðu lagdir saman, varð nógv tosað um lógarbrot og tað endaði við, at ein privatmaður klagaði Johan Dahl fyri Landsstýrismálanevndini.

Eftir stýrisskipanarlógini, hevur Landsstýrismálanevndin eftirlit við, at landsstýrisfólk halda lógina.

Tí kann nevndin í hesum føri bara kanna, um landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur hildið seg innan fyri lógarinnar karmar, tá ið hann gjørdi av at leggja Arbeiðseftirlitið undir Heilsufrøðiligu Starvstovuna saman, sigur Landsstýrismálanevndin.

Men hon leggur afturat, at so leingi tað er innanfyri lógarinnar karmar, hevur landsstýrismaður heimild til at skipa sítt landsstýrisøki eftir bestu sannføring.

Í hesum føri hevur Johan Dahl tryggjað sær, at hann framhaldandi er hægsti myndugleiki í sambandi við arbeiðsumhvørvislógina, at Arbeiðseftirlitið er hjá einum stovni undir landsstýrismanninum og at eitt óheft arbeiðsumhvørvisráð og ein vinnukærunevnd framhaldandi virka samsvarandi lógini.

Landsstýrismálanevndin heldur sostatt ikki, at landsstýrismaðurin hevur framt lógarbrot við at leggja Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman.

Tó ger nevndin vart við, at hon hevur ikki tikið støðu til um samanleggingin annars varð gjørd á nøktandi hátt yvir fyri starvsfólkunum, ella um Arbeiðseftirlitið kann røkja sínar uppgávur fyri ta játtan, sum nú er sett av til arbeiðið hjá eftirlitinum.