Áki Andreasen
Í Sosialinum týsdagin 17. august 2004, harmast Johan Dahl, tinglimur Sambandsfloksins at Atlantic Airways verður einsamalt á Føroyarutuni, hann leggur fyri dagin, at almenna føroyska flogfelagið við óbeinleiðis stuðuli úr landskassanum hevur avlagað kappingina - og tryggjað okursprísir á loftvegis farðleiðini millum Føroyar og útheimin.
Atlantic Airways og fría kappingin.
Frá fyrsta degi hevur stjórin í Atlantic Airways gjørt greitt, at leiðslan í føroyska flogfelagnum er avgjørt sinnað fyri einari fríari kapping - eisini tí hetta vil lata dyrnar upp fyri øðrum møguleikum hjá Atlantic - men hetta velur tinglimurin hjá Sambandsflokkinum als ikki at nevna, og hví skal hann tað?? Atlantic Airways hevur ongantíð verið nakað hjartabarn hjá Sambandsflokkinum, og aftur her er svartskygda sambandsmuran í hásæti - fáa vit føroyingar ræði á nøkrum, so stendur alt fyri hóttafalli - hví tosar Johan Dahl ikki um út av lagið vánalgu tænastuna, sum hevur valdað í fleiri ár umborð á Mærsk flogfarinum?? Kann tað ikki vera ein grundgeving fyri vánaliga úrslitinum hjá danska flogfelagnum á føroya leiðini??
Hvussu nógv prógv skulu á borið??
At Johan Dahl leggur eina svarta søgu fyri dagin er ikki so undrunarvert, hann er partur av einum politiskum flokki, sum hevur sítt tilverugrundarlag við at sáa mistreysti og máttloysi.
Men hvussu nógv prógv skulu á borið, áðrenn Atlantic Airways kann fáa litið til at fáa fleiri uppgávur frá einum sambandsmanni sum Johan Dahl?? Hví ikki geva føroyska flogfelagnum eitt herðaklapp og ein møguleika fyri at vísa, at tey á Atlantic megna at nøkta tørvin - og eisni at standa seg í fríu kappingini!!
Nei hetta skal kvalast í føðingini - tað vera helst hægri prísir, flogfraktin fær mønustingin o.s.fr langt áðrenn Atlantic Airways hevur fingið ein møguleika. Eg haldi tað vera út av lagi at leggja nakað fyri dagin, sum als ikki hevur staðið sína roynd.
Ræðslan frá »Mærsk tíðini« lúrir.
Vit eru mong sum minnast standin, tá bara Mærsk Air sat á Føroya rutuni - tá var talan á einum tænastustøði sum helst ikki hevur sæð sín líka nakra aðrastaðni í heiminum. Hvussu var við kostnaðinum tá Johan?? Vóru tilboð um vikuskiftisferðir?? Lá fyri hjá føroyinugm at gera tilboðsferðir?? Hvussu var við regligu lendingum?? - tann ræðslan situr helst í mongum enn, men eg havi tað álit á stjóra og leiðslu í Atlantic Airways, at slíkt fara vit ongatíð at uppliva aftur á flogleiðini í Føroyum - men vit høvdu endað aftur har, um Sambandsflokkurin fekk sín vilja í áhaldandi mótstøðu síni móti Atlantic Airways - »tað klára vit ongantíð« - sum er høvuðsboðskapurin hjá Sambandsflokkinum er eins rámur í dag, sum tá teir stríddist móti Atlantic Airways.
Gott í tykkum Atlantic - koyri á!!!
Vit eru mong sum eru góð við okkara flogfelag, sum hava álit á einari dygdartænastu frá tykkum - og hava somuleiðis álit á, at tit eru før fyri at nøkta tann tørv, sum til einhvørja tíð er galdandi á flogleiðini til Føroya.
Tey sum halda, at nú fellur tænanstan, nú dettur flogfraktin burtur, nú verður brúkarin við skerdan lut o.s.fr. - vælsignaði gerið teimum til skammar og vísið, hvat dugur er í tykkum!!
Tað var eisini hvin og neyðarróp tá DFDS gavst at sigla til Føroya - men hvør hugsar um tað í dag?? - kanska er Johan Dahl eisini keddur um, at Smyril Line fekk teir kundarnar afturat!
Tá klárt er at geva leyst við fríari kapping á flogleiðini - eri eg vísur í, at Atlantic Airways framvegis telist millum tey flogfeløgini, sum draga longsta stráðið - tí tað svitast ikki, at tænastan er í hássæti, og vit kenna okkum væl umbroð á flogførðunum hjá Atlatnic Airways. Tá fert tú helst eisini at fegnast um tað Johan Dahl, tað plagar so at vera við afturhldinum í hesum landinum, árræði manglar, tá tøk skulu takast, men tá komið er á mál, so eru tey við kortini.