Johan Dahl: Arbeiða víðari uttan Chevron

Hóast Chevron tekur seg út úr Føroyaøkinum, so halda hini feløgini í loyvinum fram - og øll hava somu upplýsingar. Men tað er ymist, hvussu feløgini "síggja uppá tingini" sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum.

Landsstýrismaðurin í oljumálum, Johan Dahl er ikki tikin á bóli, nú enn eitt av teimum stóru oljufeløgunum hevur tikið avgerð um at rýma úr Føroyum. Tí leitingin er óbroytt.

-Vit vita, at sohvørt kanningar í teimum ymsu loyvunum leggja vitan afturat, meta oljufeløgini um hesa vitan og gera av, hvussu víðari verður. Hetta er vanliga gongdin. Viðvíkjandi Chevron er tað t.d. soleiðis, at hóast tað tekur seg út úr økinum, so halda hini feløgini fram - og øll hava somu upplýsingar. Men tað er ymist, hvussu feløgini "síggja uppá tingini".

Uppá fyrispurning hvørja ávirkan tað hevur, at fleiri feløg gevast her í hesum árinum sigur Johan Dahl, at tað hevur kanska ikki positiva psykologiska ávirkan, tá feløg trekkja seg út. Fyri leitingina her og nú hevur tað tó neyvan so stóra ávirkan, ti onnur feløg yvirtaka arbeiðsskyldurnar, sum longu eru avtalaðar.

Landsstýrismaðurin fegnast um, at norska oljufelagið StatoilHydro tekur yvir leiklutin hjá Chevron í 008 loyvinum, og at felagið annars raðfestir alt Føroyaøkið so høgt. –At stór og roynd feløg sum StatoilHydro vilja brúka so nógva orku uppá leiting á føroyska landgrunninum og síggja stórar møguleikar her er kærkomið. Hann leggur aftrat, at øll eygu nú eru vend móti brunninum hjá ENI, sum verður boraður næsta vár.