Jóhan Christiansen á vitjan í Sjóvar kommunu

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, hevur verið á vitjan í Sjóvar kommunu í dag

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum varðar av Landsverki, ið hevur ábyrgd av landsvegakervinum ið bindur bygdirnar í kommununi saman, líka av Selatrað til Innan Glyvur, og tí er týdningarmikið við góðum samskifti millum kommunu og landsmynduleikan, siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Tosað varð um ymsar avbjóðingar runt um í kommununi, men høvðusdentur var á ynsktu íbindingina í landsvegin við Raktanga. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, kunnaði landsstýrismannin um avbjóðingina við allari ferðsluni gjøgnum bygdina, sum hevði kunna verið loyst, við áður nevndu íbinding.

 

Við hesum fundi ynskir Sjóvar kommuna at vísa nýggja landsstýrismanninum, at kommunan ynskir at verða ein góður viðleikari, til tess at finna skilagóðar loysnir á avbjóðingarnar við landsvegnum gjøgnum kommununa.

 

Sjóvar kommuna takkar nýggja landsstýrismanninum fyri vitjanina, og vónar at land og kommuna, saman, finna fram til góðar loysnir, okkum øllum at gagni.

 

##med2##

 

##med4##

 

##med5##