Føroyska landsliðið er úttikið til venjingarleguna á Malaga seinni í hesum mánaðinum. Fleiri nýggj nøvn er at síggja, og nøkur gomul nøvn eru við aftur. Bárður Johannesen, Jann Ingi Petersen, Bárður Mortansson og Inga Højsted eru fyri fyrstu ferð við í landsliðshøpi.
Byrial við aftur
Nakað óvæntað hevur Henrik Larsen sent boð eftir Johan Byrial Hansen aftur. Hann hevur als ikki verið til úttikin, síðan landsliðsvenjarin tók við venjarastarvinum í fjør. Johan Byrial spælur í Horsens, og har leika teir 4-4-2, og tí verður høvi hjá landsliðsvenjaranum at síggja Johan Byrial á føroysku landsliðnum við somu spæliskipan í Malaga.
Umframt Johan Byrial, eru boð eisini send eftir GÍ-leikaranum, Súna Olsen, sum var fastur maður í hópinum hjá Allani Simonsen, men ikki hevur við á landsliðnum hjá Henrik Larsen.
Ungir leikarar við
Í síðstu viku boðaði hjálparvenjarin, Jógvan Martin Olsen, frá, at tveir ungir leikarar skuldu við vissu við á ferðina til Spania. Valið fall á Jann Inga Petersen úr B68 og Inga Højsted úr enska meistarafelagnum Arsenal. Jann Ingi Petersen hevur verið á øllum ungdómslandsliðum hjá Føroyum, og hann var tann spælarin, ið markeraði seg best á U-19 landsliðnum í fjør, og tí er úttøkan av honum ikki heilt óvæntað.
17 ára gamli Arsenal leikarin, Ingi Højsted, hevur eisini roynt seg á ungdómslandsliðunum. Hann hevur verið plágaður nógv av skaðum, síðan hann fór til Onglands, men seinastu tíðina hevur hann verið skaðafríður. Ingi Højsted er yngsti leikari nakrantíð at vera úttikin á føroyska landsliðið.
Arbeiðið argar
Hjá Helga Petersen og Hans Fróða Hansen liggur ikki fyri at fara til Spania. Báðir eru upptiknir av arbeiði, og tí vera teir ikki við á ferðini.
KÍ-málverjin, Meinhard Joensen, hevur seinastu mánaðirnar verið roknaður sum triðji málmaður á landsliðnum, og tí var væntandi at hann skuldi við til Spania, nú ikki bar til hjá Jákupi Mikkelsen. Meinhard hevur ikki kunna luttikið á landsliðsvenjingunum seinastu vikuskiftini vegna skaða í rygginum, og tí bar eisini honum undan at vera við á venjingarleguni í Spania
Ingi kann gerast yngsti leikarin
Verður talan um at nakran landsdyst niðri ´í Malaga, so verður Ingi Højsted-leikarin yngsti føroyski landsliðsleikari nakrantíð. Tað hevur verið tutlað í krókunum um, at føroyingar møguliga fara at møta Luksemburg í Spania, men enn so bara dysturin ímóti Bryne avtalaður. Møta føroyingar Luksemburg, og Arsenal- leikarin kemur á vøllin, brýtur Ingi Højsted metið hjá Jón Róa Jacobsen, sum yngsti leikarin nakrantíð í føroysku landsliðs-troygguni.
Úttiknað landliðið til Spania: Bárður Johannesen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum HB, Johannus Joensen FS Vágar, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen B68, Jens Kristian Hansen, Pól Thorsteinsson, Julian Johnsson, Heðin á Lakjuni, Jákup á Borg, Bárður Mortansson, John Petersen B36, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør KÍ, Jens Martin Knudsen NSÍ, Óli Johannesen TB, Suni Olsen GÍ, Johan Byrial Hansen Horsens, Ingi Højsted Arsenal