Johan breyt nøsina

Tað tóktist ikki av nógvum, tá ein lítil samanbrestu á miðvøllinum sendi Johan V. Gunnarsson hjá B36 í gólvið. Saman við Ronnie Samuelsen fór hann upp í luftdyst, tá høvdini bóru saman.
Johan gekk sjálvur út av vøllinum, har tað skjótt varð staðfest, at nøsin var brotin. Lækni var hjástaddur, og alt fyri eitt varð brotið sett upp á pláss, men ein eftirfylgjandi vitjan á skaðastovuna og røntgendeildina slapst tó ikki undan.
Avloysarin hjá Johan var annar tvíburabeiggin, Ásbjørn. Ein útskifting, sum skapti eina heldur ørkymlandi støðu hjá dómaranum, sum at byrja við ikki varnaðist, at talan var um útskifting. Hann helt, at sami maður kom aftur á vøllin.