Jóhan á Plógv Hansen og donsku liðfelagar hansara á danska U21-landsliðnum í hondbólti taptu í gjárkvøldið HM-finaluna 26-24 ímóti Fraklandi. Tað hevur óivað verið eitt stórt vónbrot fyri føroyska hondbóltsúrmælingin, men eftir dystin fekk føroyski høgri vongurin eitt plástur á sárið.
Eftir dystin bleiv sonevnda ,,Allstar-liðið", har teir bestu leikararnir á hvør sínum plássi blíva valdir og settir á eitt lið, kunngjørt. Og á hesum liðnum var Jóhan á Plógv at finna. Tískil eiga føroyingar ein sannan hondbóltsúrmæling, ið verður viðurkendur sum ein av heimsins bestu hondbóltsungdómum.
Jóhan á Plógv hevði eina sera væleydnaða HM-kapping í Brasilia, har hann skoraði 28 mál tilsamans. Bert tveir danskir leikarar megnaðu at skora fleiri mál enn vinstrahenti føroyingurin, og tískil gjørdist Jóhan á Plógv Hansen triðmest skorandi leikarin á danska U21-landsliðnum.