Fiskimálaráðið boðar nú seinnapartin frá, at kunngerðin um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum við meira nú er lýst. Hetta merkir, at leiðirnar inni við land nú eru friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu.
Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Johan Dahl, sum hevur lýst hesa kunngerð.
Við kunngerðini eru leiðir inni við land, hálvan til tríggjar fjórðingar úr landi, friðaðar fyri vinnuligum fiskiskapi við línu. Harumframt verður eitt øki á Mýlingsgrunninum og eitt øki eystur úr Fugloynni eisini friðað.
- Endamálið við friðingunum er at verja smáfisk. Bæði Havstovan og vinnan hava víst á, at tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at verja smáfiskaleiðir, sigur Fiskimálaráðið á síni heimasíðu.
Friðingarnar, sum nú eru lýstar, eru tíðaravmarkaðar og vera í gildi fram til 31. august í 2013.
Kort, sum vísa friðaðu leiðirnar fyri vinnuligari línuveiði, síggjast á heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum www.fve.fo.









