Føroyski hondbóltsúrmælingurin, Jóhan á Plógv Hansen, er sum kunnugt úttikin til danska hondbóltslandsliðið, ið telist ímillum tey allar sterkastu í heiminum.
Í dag hevur føroyingurin møguleika at fáa sín fyrsta dyst og møguliga síni fyrstu mál fyri danska landsliðið. Dysturin er kl 17 á útivølli ímóti Litava. Talan er um EM-undankappingardyst.
Tað ber til at síggja dystin í sjónvarpinum. Danska TV2 sendir dystin. Byrjað verður at senda klokkan 16.55.