Jóhan á danska A-landsliðnum

Jóhan á Plógv hevur fingið landsliðsboð og fingið heitið “kæmpetalent” frá landsliðsvenjaranum

21 ára gamli føroyingurin, Jóhan á Plógv Hansen, hevur í dag á fyrsta sinni fingið landsliðsboð til danska A-landsliðið. Danski landsliðsvenjarin, íslendski Gudmundur Gudmundsson, hevur bara rósandi orð at bera føroyinginum.

 

- Jóhan er ikki bara eitt talent. Hann er eitt risatalent. Tað verður spennandi at síggja hvat hann kann koma við á hægsta stigi, sigur Gudmundur Gudmundsson við heimasíðuna hjá danska hondbóltssambandinum.

 

Gudmundur hevur úttikið ein bruttohóp til landsdystirnar móti Bosnia-Hersegovina og Litava. Dystirnir verða mikudagin 10. juni og sunnudagin 14.juni.

 

Málmenn:

Niklas Landin, Rhein-Neckar Löwen

Jannick Green, SC Magdeburg

 

Vengur:

Patrick Wiesmach Larsen, Team Tvis Holstebro

Casper U. Mortensen, SønderjyskE

Magnus Landin, KIF Kolding København

Johan Hansen, Skanderborg Håndbold

 

Strikuspælarar:

Rene Toft Hansen, THW Kiel

Henrik Toft Hansen, HSV Hamburg

Jesper Nøddesbo, FC Barcelona

 

Spælskiparar:

Rasmus Lauge Schmidt, THW Kiel

Morten Olsen, St Raphael Var

 

Bakkar:

Mikkel Hansen, PSG Handball Paris

Mads Mensah Larsen, Rhein-Neckar Löwen

Nikolaj Markussen, Skjern Håndbold

Henrik Møllgaard, Skjern Håndbold

Mads Christiansen, Bjerringbro-Silkeborg

Nikolaj Øris Nielsen, Bjerringbro-Silkeborg