Fríggjadagin lat Jógvan Kristiansson Glerfoss upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er onnur persónliga framsýning hjá Jógvani, síðani hann av álvara fór at mála á vári 2019.
Jógvan er útbúgvin teldufrøðingur - við hjágrein í filmsvísund - á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Hann starvast dagliga sum stjóri í KT-fyritøkuni Klintra í Havn. Umframt virkin listamálari, er Jógvan virkin venjari hjá børnum og ungum í frælsum ítrótti í Bragdinum í Havn.
Á framsýningini verða áleið 30 málningar.
Framsýningin, sum hevur verið opin um vikuskifitið, er opin í dag og í morgin afturaat, báðar dagar frá klokkan 15 til 18.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##