Tað er ikki hissini uppgáva, sum Jógvan Hansen skal framføra á palli í Kópavági í september. Har skal Jógvan nevnliga hava leiklutin sum Frank Sinatra í stórari pallmynd um fjølbroytta lilstarmannin.
Við sangum sum eitt nú My Way, Fly Me to the Moon, New York New York, Moon River og Strangers in the Night sang Sinatra seg inn í hjørtuni hjá teimum flestu. Hann átti leiklut í 49 ymsum filmum, og eisini royndi hann seg sum leikstjóri og filmsframleiðara.
Umframt Jógvan sjálvan fara fleiri kend íslendsk listafólk eisini á pallin. Frumsýningin verður 19. september.