Jógvan skotið harur í meira enn 50 ár

Mikukvøldið 11. mars klokkan 20 verður alment og forvitnisligt harukvøld í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

 

Mikukvøldið 11. mars klokkan 20 verður alment og forvitnisligt harukvøld í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, har Eyðfinn Magnussen fer at greiða frá úrslitunum frá haruskjótingini í vetur.

 

Eftir lítlan steðg eftir fyrstu framløguna, fer Eyðfinn Magnussen neyvari at greiða frá haruskjóting í Vestmanna - um úrslit og prísir á haruhagum heilt aftur til 1966, og hann fer eisini at greiða frá, hvussu haruveiðan hevur hildnast í ymisku hagunum seinnu árini.

 

Tveir royndir haruskjúttar gjøgnum mong ár, Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, fara eisini at greiða frá haruskjóting. Teir báðir hava í nógv ár skotið harur í Dølum.

 

- Í 2013 hevði Jógvan "gullbrúdleyp” sum harumaður. Hetta var hansara hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann skeyt harur á Dølum, og hetta varð hátíðarhildið um kvøldið í húsinum, teir hava bygt í haganum, veit Vestmanna kommuna at siga.