Á býráðsfundinum í Havn í annaðkvøld taka tvey varafólk sæti. Av tí at Gunvør Balle berst frá at røkja starv sítt sum býráðslimur í meira enn samfullar 14 dagar, hevur hon biðið um farloyvi, og tí verður Jógvan Arge kallaður inn sum varamaður fyri Tjóðveldi.
Av tí at Tróndi Sigurðsson úr Javnaðarflokkinum somuleiðis berst frá at røkja starvið sum býráðslimur í meira enn samfullar 14 dagar hevur hann eisini biðið um farloyvi, og tí vera boð eftir Odd Færø úr Javnaðarflokkinum, sum er annar varamaður floksins. Frammanundan hevur Helena Dam á Neystabø farloyvi vegna sjúku, og tí er Bjørg Dam sum fyrsta varafólk longu í býráðnum.