Jógvan og Emilie frá X-Factor í Vestmanna

Teir báðir finalistarnir frá X–Factor, syngja og spæla á bátastevnuni í Vestmana í næsta mánað

 

Nú ber til at hoyra tveir av finalistunum í X-Factor kappingini  syngja og spæla í í Vestmanna.

Emilie Esther, sum vann X-Factor, og  Jógvan Joensen, sum varð nummar tvey fara nevniliga at syngja og spæla í stóra tjaldinum á Bátastevnuni í Vestmanna fríggjadagin hin 15. mai.

 

Fyrireikararnir siga, at Jógvan, sum gjørdist víðakendur í Danmark, hevur verið nógv frammi síðan X-Factor. Hinvegin er vinnarin, Emilie Esther, í løtuni á rundferð í USA.

- Men síðani leggja tey bæði leiðina til Vestmanna, har høvi verður at hoyra X-Factor finaluna einaferð afturat í tjaldinm á Havnalagnum.