Næsta leygarkvøld verður høvi at hoyra Aria, sum ikki hevur spælt til dans í 13 ár.
Tað er í sambandi við, at KÍ kvinnur vinna FM 15. ferð á rað og harvið seta heimsmet, at skipað verður fyri stóra tiltakinum leygarkvøldið 18. oktober í KÍ-høllini, har Jógvan Hansen saman við Aria fara aftur á pall.
Tað eru 13 ár, síðani Aria spældi til almennan dans seinast. Eisini verða gestasangarar við, sum fara at framføra KÍ løg saman við Aria.