Sangurin Best Kept Secret, sum Jógvan sjálvur hevur skrivað, liggur í verandi løtu á øðrum plássi á iTunes-hittlistanum. Einans vinnarasangurin hjá Emilie Esther er betri umtóktur. Á triðja plássi liggur sangurin Things We Do hjá Citybois. Seinasti bólkurin í finaluni, Ivarsson, Bang & Neumann, liggja á 5. plássi við sanginum Story of my life.
Sangurin hjá Teiti, Josephine, sum Jógvan sang herfyri, lá eina stund á 8. plássi stutt eftir framførsluna hjá Jógvani, men er nú dottin niður á 37. pláss. Tað er tó ikki so galið fyri ein 11 ára gamlan sang.