Jógvan misnøgdur við kringvarpsstýrið

- Hetta hevur víst seg ikki at riggað væl,og tað er heilt týðiligt, at tíðindaredaktiónirnar ikki virka óheftar av hvørji aðrari.


Tað er harði dómurin frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, yvir Kringvarp Føroya, góð ellivu ár aftaná, at hann sum landsstýrismaður var við til at leggja tíðindastovnarnar Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman í ein stovn.


Ellivu ár seinni er tingmaðurin alt annað enn nøgdur við úrslitið, og metir hann, at tað aldrin varð virt, at stovnurin skuldi virka við tveimum sjálvstøðugum redaktiónum.


Tí hevur hann eisini lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingi, har hann mælir til, at kringvarslógin verður endurskoða og eftirmett, at tað verður staðfest, at tað skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir og at sakligur og óheftur tíðindaflutningur verður tryggjaður.


Sjálvur rør løgtingsmaðurin undir, at tað er neyðugt at geva landsstýrismanninum víðari heimildir, so tað verður møguligt at tryggja, at tíðindaflutningurin verður sakligur og óheftur.


- Tann stóri spurningurin er, um hesin bygnaðurin við einum stýri millum landsstýrismannin og Kringvarp Føroya er tað rætta, og um stýrið yvirhøvur livir upp til ta álvarsomu ábyrgd, sum tað sambært lógini hevur. Í øllum førum hoyrist lítið og einki til stýrið, sum hevur public-service eftirlit, skrivar løgtingsmaðurin í viðmerkingunum til uppskotið.