Sum in.fo fyrr í kvøld avdúkaði, so verður tað Jógvan Martin Olsen, sum tekur við sum venjari hjá ÍF. Hesi tíðindini hevur ÍF júst váttað.
Aleksandar Jovevic og ÍF fóru hvør til sítt eftir ivasama gongd hetta kappingarárið, og seinastu umførini var tað Jákup Mikkelsen, sum fyribils tók um róðrið.
Nú er altso greitt, at tað verður fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, sum næsta kappingarár skal standa á odda fyri ÍF.
Jógvan Martin Olsen hevði ein steðg frá fótbóltinum í ár, men hevur drúgvar royndir sum venjari hjá LÍF, B68, NSÍ og Víkingi, umframt at hann árini 2006 til 2008 var føroyskur landsliðsvenjari.