Jógvan Martin: Batnar fyri hvønn hálvleik

Høvuðsvenjarin hjá B68 fegnast um leikliga framburðin. Í EB/Streymi iðra menn seg

Fyri løtu síðani fekk Hilmar Jan Hansen orðið á høvuðsvenjaran hjá B68, Jógvan Martin Olsen, og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Rúna Nolsøe, aftaná 1-1 javnleikin milum B68 og EB/Streym á Svangaskarði.

 

Jógvan Martin Olsen heldur fyri, at hansara menn hava gjørt leikligan framburð fyri hvønn hálvleik teir hava spælt í effodeildini higartil, og hann er serliga fegin um seinna hálvleik, sum B68 vinnur.

 

Rúni Nolsøe leggur dent á, at nú má EB/Streymur fáa trý stig til høldar í tí komandi heimadystinum ímóti Skála, fyri ikki at detta ov langt afturúr í FM-stríðnum. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Jógvan Martin Olsen og Rúni Nolsøe søgdu við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin. Fremst hoyrist frásagnin av báðum málunum, sum Hilmar Jan Hansen segði frá. André Olsen var viðmerkjari.