Beint fyri jól løgdu umboð fyri Runavíkar kommunu leiðina norður til Funnings at heilsa upp á Jógvan Johannesen. Vit hittust í Ólvustovu, og umboð fyri staðbundnu nevndina vóru eisini til staðar.
Soleiðis skriva tey í Runavíkar kommunu.
- Nú Jógvan var komin fram í hálvi sjeytiárini, helt hann, at tíðin sum slóttumaður í kirkjugarðinum og rottutýnari í bygdini var av fyri hansara viðkomandi.
Lagt verður aftrat, at Jógvan Johannesen hevur ikki verið í føstum starvi, men hann hevur tikið sær av hesum fyri Funnings kommunu og eftir samleggingina fyri Runavíkar kommunu, umframt tey størv, hann annars hevur røkt.
- Jógvan Johannesen tók slótturin og týningina upp á seg eftir pápan og hevur tikið sær av hesum í umleið eina fjórðingsøld síðan.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, takkaði honum við høvi fyri væl útint verk og handaði honum einum málning sum tøkk fyri tíðina.