Á nýggjárinum byrjaði Jógvan Kruse í nýggjum starvi hjá Sunda Kommunu sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari.
Tað skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. Jógvan Kruse er 34 ára gamal og hevur lokið útbúgving á fíggjarøkinum. Hann hevur áður eitt nú starvast á peningastovni og hjá Føroya Tele.
– Jógvan Kruse hevur sostatt holla útbúgving og fjøltáttaðar arbeiðsroyndir, ið fara at koma kommununi til góðar tá talan er um fíggjarstýring og fyriskipan, skrivar kommunan, sum samstyndis ynskir Jógvani góða eydnu í nýggja starvinum og væntar sær, at munagóð úrslit fara at síggjast á hansara starvsøki komandi tíðina.