Jógvan innspælt kendan felagssang

Jógvan Hansen hevur innspælt kendan sang við einum eldri lagi enn tí, sum vanliga verður brúkt til sangin

 

”Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt?” er ein av bestu føroysku felagssangunum, og nú hevur føroyski poppsangarin í Íslandi, Jógvan Hansen, gjørt nýggja innspæling av sanginum.

Jógvan hevur brúkt eitt eldri lag enn tað, sum føroyingar vanliga syngja. Tað er traditionelt lag, sum er frá áleið somu tíð, sum yrkingin hjá Robert Burns, Auld Lang Syne, er frá.

Umframt Jógvan Hansen luttekur eisini bólkurin Flamma á útgávuni, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin í myndini omanfyri.