Jógvan í vandabólkinum

Á Betsafe rokna tey við, at tað verður Tannaz ella Jógvan, sum noyðist at siga áskoðarunum farvæl í kvøld

Jógvan Joensen úr Syðrugøtu er framvegis partur av donsku útgávuni av X-factor, men sambært veddingarfyritøkuni Betsafe, so er Jógvan í vanda fyri at missa plássið.

 

Saman við Tannaz er Jógvan nevnliga favorittur til at verða sendur heim, tá X-factor verður á skíggjanum um eina løtu.

 

Favorittur at vinna kappingina er Emilie, sum gevur pengarnar 2,25 ferðir aftur. Til sammetingar kann sigast, at Jógvan gevur pengarnar 20 ferðir aftur, um hann endar sum vinnari av X-factor 2015.