Jógvan í Reinsarínum í kvøld

– So stuttligt sum tað nú einaferð var at uppliva Jógvan á skíggjanum, tá hann var í X-Factor, so er tað nógv stuttligari at uppliva hann live. Og tann møguleikan fáa tit, tá hann saman við bólki sínum í kvøld fer á pall í Reinsarínum.

Tað siga tey á Reinsarínum um tiltakið, sum verður í kvøld. Tey halda, at tað mundu vera fáir føroyingar, ið ikki hildu, at Jógvan skuldi vinna X-Factor í ár, og hóast hann fekk annað plássið, so man hann í dag teljast millum størstu føroysku tónleikanøvnini.

– Tí eru vit sera glað at kunna bjóða tykkum á konsert við Jógvan í hjartanum á Havnini, siga tey av reinsarínum.