Jógvan í hálvfinaluni

Føroyski sangarin kom ikki í vandabólkin, og nú er hann bara eitt umfar frá finaluni í X-factor

Navnið á Jógvani var millum tey trý, sum fingu flestu atkvøðurnar, tá hyggjararnir hjá DR høvdu sagt sína hugsan um, hvønn luttakara tey vildu hava við í næsta umfarinum av X-factor. Í kvøld sang Jógvan Creep hjá Radiohead, og tað gjørdi hann somikið sannførandi, at hann var millum tey trý, sum fingu flestar atkvøður.

Nøvnini, sum fingu fæstar atkvøður, vóru Ivarsson, Bang og Neuman og Baraa, og tað endaði so við, at Baraa mátti biðja hyggjarunum farvæl.