Í desember mánaði fer Jógvan Hansen at ferðast í Íslandi saman við øðrum sangarum og halda jólakonsertir.
"Jólin alls staðar" verður konsertrøðin kallað, sum byrjar 3. desember og heldur fram til 19. desember.
Talan er um tilsamans 20 konsertir, sum allar verða hildnar í kirkjum.
Umframt Jógvan Hansen syngja eisini Fríðrik Ómar, Greta Salóme og Heiða Ólafs. Sangirnir, ið verða sungnir, eru bæði hátíðarligur og lívligur jólatónleikur.










