Jógvan Hansen heldur fram sum formaður

Aðalfundur var í Føroya Ráfiskakeyparafelag mikudagin 2. februar. Á nevndarfundi í farnu viku skipaði nevndin seg, og er formansskapurin óbroyttur. Jógvan Hansen heldur fram sum formaður og Jens Pauli Petersen sum næstformaður.

 

Á nevndarfundinum varð Brandur Jacobsen nývaldur í nevndina fyri Jógvan Gregersen, sum ikki stillaði upp aftur.

 

Í nevndini fyri Føroya Ráfiskakeyparafelag eru nú:

 

Jógvan Hansen, formaður

 

Jens Pauli Petersen, næstformaður

 

Brandur Jacobsen, nevndarlimur

 

Magnus Jespersen, nevndarlimur

 

Marnar Pattinson, nevndarlimur

 

Ársfrágreiðingin hjá Ráfiskakeyparafelagnum sæst her