Jógvan Gullfoss heldur fram í barndómsfelagnum

Betri deildin menn: Jógvan Gullfoss heldur fram í barndómsfelagnum, B36

Jógvan Gullfoss heldur fram í barndómsfelagnum, B36. Tað boðar felagið frá. 19 ára gamli miðvallarin við kenda B36-eftirnavninum hevur gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.

 

- Jógvan Gullfoss er ein av okkara, ið hevur spælt øll síni barna- og ungdómsár fyri B36. Í fyrru hálvu av 2023 var Jógvan illa skaddur, men hann kom sterkt aftur í seinnu hálvu, og vann eisini okkara einasta steypagull í ár saman við U21. Jógvan spældi sín fyrsta dyst í Betri deildini í 2022, hevur síðani lagt sjey afturat, umframt ein dyst í evropeiska ævintýrinum, skrivar B36.

 

Jógvan Gullfoss verður lýstur sum ein rennisterkur miðvallari, ið rennur nógvar metrar og arbeiðir hart bæði frameftir og aftureftir. Higartil er ongin nýggjur spælari komin til B36.