Hesaferð gekk sera væl hjá Jógvan í X Factor. Tá avgerðin fall eftir at fólk høvdu atkvøtt, varð fyrsta navnið, ið rópt var, navnið hjá Jógvan.
Sagt verður, at raðfylgjan á nøvnunum er tilvildarlig, men fleiri vilja tó vera við, at tann, ið fær flestar atkvøður, er tann, ið nevndur verður fyrst.
Um so var, so var tað Jógvan Joensen úr Fuglafirði, sum fekk flestar atkvøður í kvøld.
Jógvan sang sangin ’Når tiden går baglæns’ hjá Clara Sofie & Rune RK.
Hann er nú víðari í fimta umfarið, sum verður tað næstsíðsta áðrenn endaligu finaluna, sum verður 27. mars.
Í farezonuni hesaferð endaðu Tannaz Hakami og Baraa Qadoura, sum í løtuni dystan um, hvør skal úr kappingini. Hesa ferð átti Remee bæði tvey í farezonuni, og tí var – sum siður er – avgerðin hansara, og hann sendir Baraa úr X Factorkappingini.










