TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát, sum Rás2/in.fo gjørdi við Jógvan Niclasen fáar minuttir aftaná hann hevði vunnið gull í compound í bogaskjóting.
Jógvan slær fast, at hann tekur tað róligt til hvørja rundu, og tekur einki fyri givið, tí tað skal bara ein skeivur pílur til, so koppar tað.
Nú ætlar hann at vinna eitt gullheiðursmerki aftrat í morgin, so bogaskjótings-veteranurin, Eggaba Andreasen má halda sítt lyftið, og leypa á bláman, tí lyftið er at vinna Føroyar tríggjar gull í bogaskjóting, so má Eggabá leypa á bláman.










