- Eg búgvi mitt í býnum, so eg plagi altíð at vera á ólavsøku. Ella fyri at siga tað eitt sindur øðrvísi eg rými ikki undan henni, sigur Jógvan.
- Vanliga fari eg til setanina og aftaná hana ein túr oman á Molan at hyggja eftir kappróðri, sigur Jógvan, sum hvønn dag gongur við túr við hundinum Mickey.
Ólavsøkudag plagar Jógvan at vera til skrúðgonguna, tá landsins hægstu saman við prestunum ganga inn í kirkjuna.
- Eg plagi at koma oman á Vaglið, bæði tá tey fara í kirkjuna, men eisini tá tey fara út. Í morgin eri eg spurdur, um eg kann vera ferðaleiðari seinnapartin, so í morgin fái eg nokk ikki meira enn skrúðgonguna við av ólavsøkuni, sigur Jógvan, sum er ein nógv umbiðin ferðaleiðari. Í fjør var hann 52 túrar, har flestu túrarnir eru við ferðafólki úr teimum stóru cruiseskipunum, ið liggja við kei í ein dag.
Jógvan er kendur fyri sínar mongu myndir, hann dagliga leggur út á Facebook. Í dag tekur Jógvan sjálvsagt eisini myndir.
- Fólki dáma myndirnar væl. Serliga eru tað føroyingar uttanlands, sum virðismeta myndirnar, tí tey halda tað vera stuttligt at fylgja við, hvat hendir í Føroyum. Í morgun var eg eitt nú túr á keiini, tá Smyril kom við 500 gestum, sigur Jógvan, sum á Facebook hevur 5000 vinir.
Tað besta við ólavsøkuni er sambært Jógvani tann góði stemningurin.
- Fólk eru ótrúliga glað, og tað er stuttligt at síggja so mong fólk savnast í Havnini at hátíðarhalda okkara tjóðarhátíð, sigur Jógvan at enda, áðrenn hann fer víðari við hundinum Mickey.