Jógvan Arge: Fjald lønarhækkan til Heðin

– Her er talan um eina regulera lønarhækkan, tí borgarstjórin skal hava so nógv um at vera, sigur Jógvan Arge um 86.000 krónur stóra borðfæið hjá Heðini

– Her er talan um eina regulera lønarhækkan, tí borgarstjórin skal hava so nógv um at vera, sigur Jógvan Arge um 86.000 krónur stóra, skattafría borðfæið hjá Heðini Mortensen.

 

Meirilutin í Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldi, at borgarsjórin í Havn skal hava sama borðfæ sum løgmaður. Sambært býráðssamtyktini fer borðfæið hjá borgarstjóranum úr 2.393 krónum upp í 7181 krónur um mánaðin. Borðfæið hjá borgarstjóranum, sum nú verður 86.172 krónur um árið, er skattafrítt.

 

Sambært stuttu lýsingini av málinum er orsøkin til broytingina ”tað alsamt vaksandi umboðandi arbeiðið og øktar útreiðslur í hesum sambandi.”


Les eisini: Heðin fær 57.000 krónur afturat, skattafrítt

 

Í hvøssum lesarabrævi vísir varaborgarstjórin í Havn á, at trífaldaða borðfæið hjá Heðini Mortensen er ikki stórt annað enn ein reguler lønarhækkan.

 

– Borðfæ verður vanliga roknað at vera til at sýna blíðskap embætisins vegna, men í býráðnum kom í kvøld skilliga til sjóndar, at í hesum førinum er eisini talan um eina regulera lønarhækkan, tí borgarstjórin skal hava so nógv um at vera, skrivar Jógvan Arge í lesarabrævi eftir býráðsfundin í gjárkvøldi.

 

Tá in.fo biður Jógvan Arge útgreina hesi orðini, vísir hann aftur til tað, ið bleiv ført fram á býráðsfundinum, tá málið varð viðgjørt har í gjárkvøldi.

 

– Soleiðis sum tað varð argumenterað er eingin ivi um, at arbeiðsbyrðan hjá borgarstjóranum skal kompenserast, og tað verður so gjørt við at hækka borðfæið. Tí kann samtyktin í øllum føri partvís sigast at vera ein fjald lønarhækkan til borgarstjóran, sigur Jógvan Arge.

 

Varaborgarstjórin vísir til álitið um at endurskoða lønarviðurskiftini hjá landsstýrisfólkunum, ið mælti til at taka borðfæið av.

 

– Trupulleikin við verandi skipan er eftir nevndarinnar tykki, at tað samsvarar ikki við krøvini til almennu fyrisitingina annars, at peningur verður útgoldin uttan krav um, at skjalprógvað verður, hvat upphæddin verður brúkt til, sigur Jógvan Arge og heldur fram:

– Eg gangi út frá, at býráðið í praksis rindar alla umboðan hjá borgarstjóranum kortini. Tí er í veruleikanum ikki talan um annað enn ein lønarhækkan, sigur Jógvan Arge.

 

Í mai samtykti løgtingið eitt lógaruppskot frá Kaj Leo Holm Johannesen um at broyta samsýningar og eftirlønirnar hjá landsstýrismonnum. Sambært viðmerkingunum til lógina verður skipanin við borðfæi tikin av, og útreiðslur til umboðan verða tiknar við í vanligu rakstrarjáttanina hjá avvarandi aðalráðum.