Í heyst byrjaði Jógvan Andrias Joensen í Klaksvík eina djarva ferð. Hann hevði, saman við Riu Tórgarð, ið skrivaði leikritið, sett saman einrøðu leik, har hann spældi part av sínum egna lívi, nevniliga barnaárini sum sonevnt mjadnabarn.
Men djarva avgerðin um at seta egið lív á pall vakti ans, og móttøkan kring landið var sera góð, tá ferðast varð við leikinum.
Nú fer Jógvan Andrias aftur á pall.
Framvegis er áhugin stórur fyri einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”.
Alt síðani frumsýningina 15.sept. í fjør hevur áhugin fyri einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” verið stórur kring landið. Góðu ummælini, nógva umrøðan og ikki minst dokumentarurin Mjadnabørn, sum kringvarpi vísti 15.januar í ár, hava havt við sær størri opinleika um teir mongu føroysku sjúklingarnar, børn og ung við sálarligum ella kroppsligum avbjóðingum, sum vóru send til Danmarkar uttan at foreldur ella avvarðandi sluppu við.
Eftir at koronuavmarkingar fóru úr gildi hevur einrøðuleikurin verið sýndur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Saman við Jógvani Andriasi á pallinum er tónleikarin Edvard Nyholm Debess.
Í apríl og mai verður hildið fram við sýningum í Mentanarhøllini í Eiðis kommunu 27.apríl, í Glæmuni í Kvívik 28.apríl, Losjuni í Gøtu 4.mai, skúlanum á Viðareiði 19.mai og í Reinsarínum í Tórshavn 25.mai.












