Fundur var í formansskapinum í løgtinginum í gjár, har millum annað málið um fíggjarnevndarsessin hjá Anniku Olsen varð viðgjørt. Málið gjørdist aktuelt aftaná at Annika Olsen, meldaði seg úr Framsókn og fíggjarnevndini.
Á fundinum gav Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, formansskapinum innlit í eitt rit, ið umsitingin hevði gjørt, ið staðfesti, at tað er valbólkurin, ið Annika er partur av, ið hevur rætt til at velja ein nýggjan lim í fíggjarnevndina.
Ein teirra, ið áður hevur verið frammi og funnist at hesi tulking, er fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið er partur av andstøðuni á tingi og floksfelagi við varamannin hjá Anniku Olsen, Joen Magnus Rasmussen. Fundurin í gjár broytti ikki hansara hugsan.
- Hetta er ikki eitt einfalt mál, og eg ivist í, um tulkingin hjá løgtingsumsitingini er røtt. Tað snýr seg um eina broyting í tingskipanini frá 1999, viðvíkjandi nær ein tinglimur kann leggja ein sess frá sær. Ì §26, stk. 2 verður ásett, at tað kann hann, tá hann verður valdur løgmaður, landsstýrismaður ella fer frá av aðrari orsøk.
- Í sínum riti tulkar løgtingsumsitingin dagsins støðu sum eina aðra orsøk, men í viðmerkingunum til lógina stendur, at onnur orsøk er um ein tingmaður doyr. Hetta er tískil ein tulkingarspurningur. Lógin átti at verða greiðari, og hon tolir at verða diskutera meira.
Sjálvur ivast Jógvan á Lakjuni í, at tað yvirhøvur ber til hjá einum tinglimi, at frásiga sær ein nevndarsess.
- Ber tað til hjá mær at siga, at eg ikki tími at sita í Mentanarnevndini longur, og so velur valbólkurin bara onkran annan í mítt stað? Tað hevur ikki borið til áður.
- So tað rætta hevði verið, at varamaðurin kemur í nevndina. Varamaðurin tekur tó ikki við sum formaður, tí tað er altíð so, at næstformaðurin tekur við, tá formaðurin ikki er til staðar, sjálvt um varafólk eru til staðar.
Fyrrverandi løgtingsformaðurin saknar eisini, at samgongan vísir eitt sindur fair play, nú óvissa valdar um valdsbýtið millum samgongu og andstøðu.
- Vit vita ikki hvussu valbólkarnir eru longur, nú Annika Olsen hevur meldað seg úr Framsókn. So um samgongan ynskir at vísa fair play í verki, so snakkaði man við okkum um nýggju støðuna og broytta valdsbýtið. Tað er tó greitt, at samgongan hevði óansæð varðveitt formannin í fíggjarnevndini.