Joga í Miðlahúsinum

Í kvøld, hóskvøldið, kl. 18.30 verður kunningarkvøld um joga í Miðlahúsinum í Havn Á tiltakinum, sum er alment og ókeypis, fer altjóða viðurkendi leiðarin fyri Skandinavisk Yoga og Meditatiónsskúla í Svøríki, Swami Janakananda, at greiða frá um klassiska joga og tantriska meditation.

Umframt kunning byrjar kvøldið við einari mediativari sangløtu, og endar tað við einari vegleiddari meditatión við Swami.

Kvøldið endar umleið umleið kl. 21.30.

Tað er Manijeh Elsa Modi, ið sjálv hevur gjørt joga í nógv ár, sum hevur bjóðað jogalærarunum higar til lands. Hon greiðir frá, at einki religiøst er í tiltøkunum, og at alt gongur virðiliga og friðarliga fyri seg.

Á tiltakinum í Miðlahúsinum verður eisini greitt frá um vikuskiftisskeið í joga, sum verður á Velbastað um vikuskiftið.