Danski sangarin Joey Moe, sum seinastu vikurnar hevur hittað við sanginum Yo-Yo, verður eisini at hoyra á Summar Festivalinum. Hann er serligur gestur undir framførsluni hjá Nik & Jay
Joey Moe telist millum teir yngru og framfýsnu sangararnar í Danmark. Í 2006 fekk hann eitt stórt hitt í Danmark við sanginum Flip It (Like A DJ), og tann sangurin var eisini tráspældur í Føroyum.
Joey Moe vitjaði eisini í Føroyum um tað mundið, og tað vóru sera nógv fólk til hansara framførslu.
Nú er Joey Moe aftur at finna á hitlistunum í Danmark. Sangurin Yo-Yo hevur verið at finna ovarliga á Tjeklistanum hjá DR seinastu 10 vikurnar, og sangurin hevur eisini verið á øðrum hitlistum.
Joey Moe verður við í ferðalagnum, tá Nik & Jay koma til Føroya hesa vikuna, og Joey Moe kann eisini upplivast saman við Nik & Jay á pallinum á Summar Festivalinum hóskvøldið.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, so verða eisini sangarin Jinks og DJ Morten Breum, sum verður roknaður sum besti plátuvendarin í Danmark í løtuni, við í showinum hjá Nik & Jay á Summar Festivalinum.
Nik & Jay hava havt onkra einstaka framførslu við hesum gestum í Danmark, og tær hava riggað so væl, at tað verða fleiri av hesum framførslum í summar.