Joey Moe bjóðar ókeypis fløgur

Danski tónleikarin er í hesum døgum í Føroyum og hevur tað við bjóða ókeypis fløgur út

Í samband við at Joey Moe gevur fløgu út, verður útgávukonsert í Rex og Luux í kvøld. Joey Moe byrjar framførsluna í Rex, har miðnámsskúlanæmingar fáa høvið saman við gestunum í Rex at hoyra danska tónleikaran

 

Framførslan í Rex byrjar klokkan 01.30. Klokkan 02.45 verður Joey Moe so at hoyra í Luux, sum hevur ein eldri málbólk. Joey Moe hevur tað við at bjóða nakarar ókeypis fløgur út, umframt at møguleiki verður at keypa fløguna.

 

Joey Moe er 28 ára gamal og hevur givið út seks studio fløgur. Nýggjasta fløgan eitur Aurora.