Joey Barton til Newcastle

Núverandi felagið hjá Joey Barton, Manchester City, valdi herfyri at geva spælæranum leikbann, eftir at hann fleiri ferðir var komin upp at táttast við liðfelagar og onnur. Fyri hansara viðkomandi hevur hetta ikki verið nøktandi, og hevur hann tískil valt at fara úr felagnum. Tann eyðkendi harði miðvallarin fer seinni í dag at skriva undir sáttmálan við Newcastle, sum hinvegin sleppur seg av við liðformannin, Scott Parker. Hann fer at royna eydnuna í West Ham.