Joey Barton aftur í Burnley

Umstríddi enski leikarin hevur í dag skift aftur til gamla felag sítt

 

Umstríddi enski miðvallarin, Joey Barton, sum í summar heldur óvæntað valdi at skifta frá uppflytarunum úr Burnley til nýuppflutta Glasgow Rangers í Skotlandi, varð miðskeiðis í november loystur úr sáttmála sínum í Glasgow Rangers.

 

Hann hevur tí gingið uttan felag í gott og væl ein mánað, men nú er greitt hvar enski miðvallarin fer at spæla komandi tíðina.

 

Fyrrverandi felag sítt, Burnley, boðar nevniliga frá í dag, at felagið hevur heinta Joey Barton heimaftur í einum sáttmála sum er galdandi fyri næsta hálva árið.

 

Joey Barton var í fjør valdur til ársins leikara í Burnley sum flutti upp úr Championship í Premier League.