Fyrrverandi høvuðsmaðurin í Straight Ahead og Hjarnum, Jørgin Dahl, verður av mogum hildin at vera fremsti sangskrivari í Føroyum, tá tað snýr seg um vælljómandi rock.
Hann hevur m.a. skrivað kend løg so sum Komið øll við, Breaking My heart og So Excited, fyri bara at nevna nøkur, tí har eru mong at velja í.
Í sjeyti- og áttatiárunum var klaksvíkingurin sera virkin á føroyska tónleikapallinum. Hann flutti síðani til Danmarkar, men gavst ikki, og hevur síðani givið út undir egnum navni.
Jørgin er enn virkin, og í morgin tekur hann upp eitt sjónbandalag í Klaksvík. Tað er til nýggja lagið I'm Free.
Sjónbandaupptøkurnar fara fram í Klaksvík í morgin, og í hesum sambandi hevur Jørgin tørv á fólki, ið vilja vera við.
Hann hevur tí á facebook sent út eini boð, sum sæst á myndini oamanfyri, har hann heitir á fólk um at møta upp í Klaksvík í morgin.