– Vit eru samd um, at vit nú vilja frameftir, segði Jørgen Niclasen á tíðindafundinum hjá Fólkaflokkinum í morgun.
Hann segði, at málið er aftur at gera Fólkaflokkin til størsta flokk í Føroyum.
– Vit skulu nútímansgera flokkin, men við somu grundhugsan og dagførdari stevnuskrá. Har kemur Annika Olsen at hava ein serligan leiklut við atlitið til Suðurstreym.
Trýst á pílin fyri at hoyra og síggja tað, sum Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins segði í morgin.
Lesið eisini: Annika: – Eg misti fótafestið eina løtu











