Jørgen vildi ikki bíða

Karsten Hansen ilskast inn á Jørgen Niclasen, tí hann setti kunngerðina um sigarettir og øl í gildi, hóast landsstýrið hevði lovað, at tað skuldi bíða.

Hóast landsstýrið lovaði at bíða, valdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, allíkavæl at koma við kunngerðini, ið merkir, at tað nú aftur skal bera til at hava eitt heilt kartong av sigarettum við sær tollfrítt til Føroya, umframt 10 litrar av øli - svarandi til ein heilan kassa.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum fríggjadagin almannakunngjørdi nýggjan rúsdrekka- og rúsevnispolitikk Føroya, soleiðis sum avtalað var í samgonguskjalinum frá november 2011.

- Aðalmálið er, at øll skulu hava møguleikan at vaksa upp og liva í Føroyum, uttan at vera í vanda fyri at fáa skaða av egnari rúsdrekka- og rúsevnisnýtslu, ella nýtsluni hjá øðrum, segði landsstýrismaðurin.

Men samstundis ásannar Karsten Hansen, at tá landstýrismaðurin í fíggjarmálum ger tað øvugta av tí, sum nú er almenni rúsdrekka- og rúsevnispolitikkurin í Føroyum, kann tað skjótt síggja út, sum høgra hond hjá landsstýrinum ikki veit, hvat vinstra ger.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Karsten Hansen.