B68 hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við ein av evnaríkastu spælarunum hjá NSÍ, 19 ára gamla Jørgen Nielsen.
- Vit í B68 kunnu við stoltleika kunngera, at vit hava ognað okkum eitt tað evnaríkasta talentið í føroyskum fótbólti. U21 landsliðsspælarin hevur valt at skriva undir ein tvey ára sáttmála við B68, boðar felagið frá og leggur afturat:
- Hóast sín unga aldur, er hann ein sera komplettur áleypari. Hann er skjótur, sterkur, djarvur og hevur sera góðar bólteginleikar. Í farna kappingarárið spældi hann 15 dystir og skoraði seks mál - harav trý í teimum trimum síðstu umførunim. Fyri tað mesta spældi hann á vinstrakanti fyri NSÍ, men hann hann eisin røkja sentrala álopsplássið, verður sagt at Toftum.
Tað er ein stór avgerð fyri ein spælara í NSÍ at skifta til B68. Tað ásannar Jørgen Nielsen eisini.
- Hetta var ein stór avgerð at taka, sum eg havi hugsa nógv um. Eg eri spentur upp á projektið hjá B68. Hópurin er ungur og spennandi, og eg kenni flestu spælararnar. Eisini spældi tað nógv inn, at Jákup á Borg er venjari. Eg føli at hann kann menna meg sera nógv, sigur Jørgen Nielsen.
B68 hevur undan hesum skiftinum eisini tryggjað sær Alex Mellemgaard og Ragnar Samuelsen úr B36.