Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at misálitisuppskotið, sum andstøðan í dag reisti móti Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, ikki fekk meiriluta á Føroya løgtingi.
Atkvøðugreiðslan vísti, at bert 16 tingfólk atkvøddu fyri misálitisuppskotinum - og 17 atkvøddu ímóti.
Hetta merkir, at Jørgen Niclasen verður sitandi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.









