Jørgen og Sjúrður bresta saman

Rás2 sendir beinleiðis frá val-orrustu millum tveir mótpolar í føroyskum politikki

Hóskvøldið klokkan 20.30 verður politisk hólmgonga í sambandi við fólkatingsvalið. Og tað verða Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, sum bresta saman bresta saman.

 

Tiltakið er alment, og verður í Perluni í Havn, millum Reinsaríið og Miðlahúsið.

 

Tað eru Fólka- og Javnaðarflokkurin sum hava tikið stig til tiltakið, og ætlanin er, at kjakið skal vera óformligari -og vónandi skemtiligari- enn teir meiri skipaðu og stívu andglettarnir, sum eru í sjónvarpinum, siga fyriskipararnir.

 

- Valstríð missa sítt undirhaldsvirði, tá ið tey bara fara fram í teimum føstu og stívi kørmunum, sjónvarpið hevur, har ein vertur stýrir við harðari hond, hvat tosast skal um - og hvussu leingi.

 

- Hóskvøldið verður prátið leysari, og teir báðir mótpólarnir í føroyskum politikki, skulu svara beinleiðis uppá álopini hvør frá øðrum, eins og fólk úr salinum kunnu seta teimum hvassar spurningar, siga fyrireikararnir.

 

Dyrnar í Perluni lata upp klokkan 20, tá i ein kaffimunnur og okkurt annað verður at fáa. Eftir ætlan verður hólmgongan liðug klokkan 21.30.