Í einum valári plaga ballónirnar ikki at tróta. Tað staðfestir Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Og hann vil nú hava løgmann at greiða frá, um tað nettupp vóru tvær slíkar ballónir, teir báðir landsstýrismenninir, Jørgen Niclasen og Johan Dahl, sleptu í síðstu viku.
Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at nú skal tað skjótt vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, og Johan Dahl hevur svarað aftur við, at so skal tað eisini verða ókeypis, ella í hvussu so er munandi bíligari at sigla við Strandferðsluni.
Kári P. Højgaard spyr nú løgmann um nakað býr aftanfyri hesi lyftini og tað skal løgmaður greiða løgtinginum frá fyrsta dagin. Sjálvstýrismaðurin sigur, at nú bara átta mánaðir eru eftir av valskeiðnum, hava higartil ongar ábendingar verið um, at samgongan hevur ætlað at gera tað bíligari at ferðast.
Slíkar ætlanir fara at ávirka inntøkur og útreiðslur landskassans munandi staðfestir løgtingsmaðurin. - Tí er tað ikki meira enn rímiligt, at løgmaður upplýsir fyri løgtinginum hvørjar óvæntaðar broytingar, samgongan ætlar at fremja í hesum valári, sum næstu árini fara at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.
Tí vil hann eisini hava løgmann at greiða frá, hvussu nógv tað kostar at gera alla ferðing ókeypis, og, hvussu tað skal fíggjast.
Somuleiðis skal løgmaður greiða frá, um hann fer at góðtak, at hesi uppskot verða borin løgtinginum í hesum valskeiðinum.
|










