Jørgen Niclasen lovar einki

Hann vil ikki veita trygd fyri, at eitt treytaleyst krav frá býráðnum í Havn, verður gingið á møti

 

- Vit fáa ikki gjørt alt í senn

 

Tað ásannar, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Hann vil ikki veita trygd fyri, at vegirnir inn og úr Havnini verða lidnir samstundis sum Eysturoyartunnilin.

 

Tað segði hann við Rás2 beint nú.

 

Tórshavnar Býráð hevur annars sett tað sum treytaleyst krav, at vegirnir skulu vera lidnir samstundis sum tunnilin, annars fer Tórshavnar Býráð at nokta tunlinum at binda í komunalu vegirnir í Havn.

 

Les eisini: Eysturoyartunnilin: Kunnu nokta byggiloyvi

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin í fíggjarmálum, greiða frá.