Jørgen Niclasen kom í mótvind

Hansara egnu taka ikki undir við einum uppskoti, hann hevur lagt fyri løgtingið

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er komin í mótvind í síni egnu samgongu.

 

Tað kom til sjóndar, tá ið løgtingið í gjár viðgjørdi eitt uppskot frá landsstýrismanninum um at lækka rentustuðulin hjá teimum, sum hava bústaðarlán.

 

Í hesum sambandi gjørdi Bárður Nielsen, sum eisini er formaður í fíggjarnevndini vart við, at hann tekur ikki undir við hesum, tí hetta fer at raka vanlig húski.

Hann sigur, at hetta er ikki viðgjørt í samgonguni.

- Landskassin letur nógvan stuðul, sum vit kunnu endurskoða, áðrenn vit fara at skerja rentustuðulin, sigur Bárður Nielsen.

Í hesum sambandi nevndi hann sjómannafrádráttin og stuðulin til tey, sum arbeiða uttanlands.

- Hetta eru stuðulsskipanir, samgongan ikki vil nerta, hóast hetta er stuðul til fólk við góðum inntøkum og sum liggur “beint til høgrabeinið” at endurskoða, áðrenn vit skerja rentustuðulin.

Bárður Nielsen sigur, at hetta er eisini ein spurningur um at vera kappingarfør við okkara grannalond og hetta fer at gera tað dýrari at búgva í Føroyum. 

Og enntá Janus Rein, sum er partamaður hjá landsstýrismannum í Fólkaflokkinum, ger vart við, at hann tekur heldur ikki undir við hesum.

Teir føra báðir fram, at hetta er eitt mál, sum ikki er viðgjørt í samgonguni.

- Eg má bara harmast um, at hetta málið er ikki nóg væl viðgjørt í samgonguni, sigur Janus Rein.

- Hetta fer at raka fjøldina av teimum, sum eru nýútbúgvin, sum sita við lestrarskuld og sum nýliga hava sett búgv, serliga her í miðstaðarøkinum. Hetta eru tey, sum skulu seta pening í umfar í samfelagnum.

 

Hann sigur, at hetta kann skjótt fara at kosta einum vanligum húski einar 5.000 krónur í rentuútreiðslum afturat um árið.

Eisini ein annar samgongumaður, Jenis av Rana staðfestir, at samgongan hevur ikki samtykt at lækka rentustuðulin og tí verður tað heldur ikki framt.

 

Jørgen Niclasen sigur, at hetta er viðgjørt í landsstýrinum og í samgonguni, men har vóru eingi mótmæli.

At Bárður Nielsen var burturstaddur á tí fundinum, fái eg einki gjørt við, sigur landsstýrismaðurin.

- Rentustuðulin er ein stuðul burturav, men hann er kanska enn meiri ein stuðul til bankarnar, og er við til at halda bústaðarprísinum uppi, sigur Jørgen Niclasen.

Tað ber eisini til at samtykkja, at fer rentan upp um eitt ávíst, kann stuðulin verða latin aftur..